Í Noregi hava tey nú sett nærum øll koronutiltøkini úr gildi. Á tíðindafundi fyrrapartin upplýsti forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, at tiltøkini fóru at verða sett úr gildi umgangandi.
– Hendan dag hava vit bíðað eftir. Nú er tíðin komin. Vit strika nærum øll koronutiltøkini, segði hann sambært Ritzau.
Hetta hevur m.a. við sær, at norðmenn sleppa undan kravinum um munnbind og frástøðu.
Tvey tiltøk verða tó enn galdandi í einari skiftistíð. Heitt verður framvegis á fólk, sum hava sjúkueyðkenni um at lata seg kanna, meðan heitt verður á fólk, sum verða staðfest positiv um at halda seg heima í fýra dagar.
Orsøkin til, at tað ber til at seta nærum øll tiltøkini úr gildi nú er, at omikronfrábrigdið, sum er tað mest dominerandi, gevur mild sjúkueyðkenni, færri fólk verða innløgd, norðmenn eru væl vardir við koppseting, og sjúkrafráveran á arbeiðsplássunum er til at handfara, verður sagt.
Jonas Gahr Støre sigur eisini, at avleiðingarnar av avmarkandi tiltøkunum hava størri neiliga ávirkan á samfelagið enn smittan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald