Uttanlands

-Bretska demokratiið er í vanda uttan Brexit-avtaluna

Bretski forsætisráðharrin ávarar ímóti at siga nei til verandi Brexit-avtaluna

2019-01-07 08:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, ávarar um tær álvarsomu avleiðingarnar sum kunnu koma av, at Undirhúsið í Westminster ikki góðtekur avtaluna, sum hon hevur fingið í lag við ES.

Theresa May heldur, at verður avtalan ikki góðtikin, kann tað skaða demokratiið í Bretlandi.

Forsætisráðharrin sigur, at hennara avtala er tann einasta, sum livir upp til fólkaatkvøðuna í 2016, og samstundis verjir størv og gevur tryggleika til fólk og fyritøkur.

Bretska Undirhúsið skuldi havt atkvøtt fyri avtaluna í desember, men atkvøðan varð útsett tá Theresa May sá, at hon allarhelst fór at verða vrakað. Atkvøðugreiðslan verður 14. ella 15. januar, skrivar Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder