2018-08-14 14:51
Ovastin fyri anti-yvirgangsdeildini hjá løgregluni í Bretlandi sigur nú, at kanningarfólk halda, at tað var við vilja, at ein maður koyrdi ein bil inn í gongufólk og súkklistar í morgun, áðrenn hann krasjaði í ein verjugarð uttanfyri bretska tjóðartingið.
Sambært tíðindastovuni Reuters samarbeiðir handtikni brotsmaðurin ikki við løgregluna.
- Okkara raðfesting er nú at finna samleikan hjá brotsmanninum og at skilja, hvør orsøkin er til atsóknina. Hann samarbeiðir ikki í løtuni, segði Neil Basu við fjølmiðlafólk á tíðindafundi.
- Vit viðgera hendingina sum eina yvirgangsatsókn, legði ovastin afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald