Uttanlands

- Demokratar hava skyldina

Tað er flóttafólkapolitikkurin hjá demokratunum, sum er orsøkin til, at børnini úr Guatemala eru deyð, heldur Trump

2018-12-30 12:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er flóttafólkapolitikkurin hjá demokratunum, sum er orsøkin til, at tvey lítil børn úr Guatemala eru deyð á amerikanskari jørð.

Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump í dagføring á Twitter, sambært TV2.

"Tað eru bert demokratarnir, sum hava skyldina fyri, at børn og onnur doyggja á markinum," skrivar hann.

Trump gevur demokratunum skyldina, tí at tey hava verið ímóti eitt av hansara størstu vallyftum, ein múr á markinum millum USA og Meksiko, sum m.a. skuldi halda tilflytarar "sum halda seg kunna koma ólógliga inn í landið" úti.

Høvdu vit ein múr, høvdu tey ikki eingongd roynt hetta, skrivar forsetin.

8. desember doyði ein 7 ára gomul genta úr Guatemala, og 24. desember doyði ein 8 ára gamal drongur, eisini úr Guatemala.

Les eisini: USA broytir mannagong: Skulu kanna heilsuna hjá flóttafólkabørnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder