2019-08-02 15:13
Ein grind hevur í dag lagt beinini í Hvalvík. Hon varð sædd millum Hvítanes og Flesjarnar áðrenn klokkan 10.00 í morgun.
Tað tók eina tíð at reka hana til Hvalvíkar, m.a. tí at hvalirnir kavaðu nógv.
Nakað eftir klokkan 13 komu teir 25 bátarnir inn við grindini, og drápið gekk sera skjótt og væl. 23 hvalir vórðu dripnir uppá fimm minuttir, og sambært sýslumanninum Finnboga Midjord vóru nógv fólk, ið luttóku í drápinum.
Seðlarnar koma út á kaiini í Hvalvík um 18-tíðina, upplýsir sýslumaðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald