Thomas Borgen, forstjóri í Danske Bank boðaði í morgun frá, at hann fer at leggja frá sær sum fortstjóri eftir gøluna í bankanum.
Les eisini: Thomas Borgen fer frá sum forstjóri í Danske Bank
Á tíðindafundi í morgun segði Borgen, at har vóru trý ting, sum hann kundi havt gjørt betur.
"Sum eg síggi tað, átti eg at víst deildini í Estlandi meira ans, tá tað var eg, sum hevði ábyrgdina av tí, sum gekk fyri seg. Eg átti eisini at fylgt betur við, tá porteføljan við útlendskum kundum varð niðurløgd. Og eg átti at tikið stig til, at hendan kanningin varð gjørd fyrr," segði hann á tíðindafundinum.
Tá nevndarformaðurin í Danske Bank, Ole Andersen varð spurdur, um Thomas Borgen hevði kunnað hildið fram sum forstjóri, hevði hann ikki lagt frá sær, segði hann:
"Vit høvdu og hava enn fult álit á Thomas Borgen. Thomas hevur tikið hesa avgerðina, og er hetta endaliga avgerðin, so mær nýtist ikki at svara hesum spurninginum".
Les eisini: Ole Andersen leggur ikki frá sær sum nevndarformaður í Danske Bank
Thomas Borgen heldur fram í starvinum sum forstjóri, til annar forstjóri er settur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald