Í morgun boðaði Danske Bank frá, at Thomas Borgen, forstjóri í Danske Bank fer at leggja frá sær.
Hetta ger hann, eftir tað kom fram, at bankin hevur hvítvaskað stórar upphæddir í deild síni í Estlandi.
Í dag, hevur bankin eisini almannakunngjørt eina kanning um virksemið, ið er farið fram.
Danske Bank hevur eisini boðað frá, at bankin hevur avgjørt at lata 1,5 mia. krónur í ein óheftan grunn, sum skal stuðla arbeiðnum móti hvítvasking av peningi.
Orsøkin er m.a. at bankin ikki á nakran hátt vil hava fyrimun av tí virkseminum, sum er farið fram.
"Tað er greitt, at tað ikki er eydnaðst Danske Bank at liva upp til sínar skyldur í málinum um hvítvask í Estlandi. Tað eri eg sera harmur um. Hóast niðurstøðan í kanningini hjá óheftu advokatfyritøkuni er, at eg havi livað upp til mínar skyldur, so meti eg, at tað er best fyri allar partar, at eg gevist," sigur Thomas Borgen sambært DR.
Thomas Borgen verður verandi í starvinum sum fortjóri til ein nýggjur forstjóri er settur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald