Daniel Anaya er ein teirra, sum ólógliga royndi at koma yvir markið frá Meksiko til USA við familju síni, men varð tikin av løgregluni.
Daniel Anaya fortelur, at hann flýddi úr Meksiko, tí at hann varð hóttur av einum rúsevniskartelli í heimstaðnum.
- Kartellið kravdi eina rúgvu av pengum, men eg hevði ikki nokk. Aftaná rændu teir son mín.
Men hóast Daniel Anaya rýmdi frá tílíkum umstøðum, vil hann einki hava at gera við USA aftaná at hava møtt amerikansku myndugleikarnar.
Anaya fortelur at hann fekk bank av løgregluni og at kona hansara varð skumpað so at hon breyt nøsina.
Anaya familjan var tó heppin, tí at av tí at konan breyt nøsina blivu børnini ikki tikin frá teimum. Daniel fortelur tó, at allar hinar familjurnar vórðu skildar, skrivar DR.
Amerikanski forsetin Donald Trump hevur tó nú skriva undir fyriskipan, so at familjurnar framyvir ikki verða skildar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald