Innanlands

- Ein góð loysn fyri allar partar

Á fundi við eigarafeløgini undir Kongavarða legði Annika Olsen fram eina loysn, sum minkar talið á íbúðum niður í helvt

2019-08-31 15:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir at býráðið samtykti eina ætlan um at byggja 94 íbúðir undir Kongavarða hevur nógv kjak verið um hesa ætlan. Á fundi fyrradagin við eigarafeløgini undir Kongavarða legði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fram eina loysn, har talið á íbúðum verður minkað niður í eina helvt.

Hetta hevur við sær, at ein væl størri partur av økinum verður lagdur út sum frí- og felagsøki fyri alt bústaðarøkið.

- Fyri at leigararnir, ið vanta ein bústað, ikki verða við sviðusoð, so verður uppskot lagt fyri býráðið um, at hinar á leið fimti íbúðirnar verða bygdar á aðrari staðseting. Sostatt kann málið loysast til gagns fyri allar partar, skrivar Annika Olsen í kunningarskrivi.

- Við hesi loysnini fáa vit útvegað umleið 100 íbúðir til tey, sum hava størsta tørvin, samstundis sum roynt hevur verið at ganga grannunum undir Kongavarða á møti.

Málið kemur fyri á komandi býráðsfundi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder