Nú forsetin í USA skal vitja Danmark 2. og 3.september, koma deildar meiningar fram um mannin og politikkaran, Donald Trump. 73-ára gamli maðurin er umstríddur á so mangan hátt, men teir flestu politikkararnir og fólk í vinnu- og handilslívinum í Danmark eru samd um, at tað er gott fyri Danmark, at fáa ein amerikanskan forseta á vitjan.
Karsten Hønge, ið situr á fólkatingið fyri SF, er rúkandi ósamdur við førda politikkin hjá Donald Trump, og lýsir Trump sum ein kvinnuhatara, sum helst eisini er ein rasistur. Hann undirstrikar at Trump altíð skal vera vælkomin í Danmark, men hann fer at luttaka í mótmælum:
- Vit skulu sjálvandi alment taka ímóti Trump, og skikka okkum pent, men tað frðar okkum ikki í eisini at standa úti á gøtuni og rópa, hvat vit veruliga halda um mannin. Eg fari at standa fremst í teimum mótmælunum, sum verða ímóti honum, og luttakið gjarna í fyriskipanini eisini. Tí Trump er ein kvinnuhatari, einumhvørvisavnoktari, og so er hann helst eisini rasistur.
60-ára gamli fólkatingslimurin hjá Socialistisk Folkeparti sigur, at Trump stendur fyri nógvum av tí óstøðuga á altjóða politiska pallinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald