Uttanlands

– Eingin avgerð um Ukraina uttan Ukraina

Tað sama eigur at vera galdandi fyri alt Evropa, sigur Ukrainski forsetin

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj helt í dag røðu á trygdarráðstevnuni í München (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj helt í dag røðu á trygdarráðstevnuni í München (Mynd: EPA)

2025-02-15 14:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina fer ongantíð at góðtaka eina friðaravtalu, sum er gjørd aftanfyri bakið á Ukraina, segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í røðu sínari á trygdarráðstevnuni í München í dag.

– Og tað sama eigur at verða galdandi fyri alt Evropa, legði hann afturat sambært Ritzau.

– Eingin avgerð um Ukraina uttan Ukraina, eingin avgerð um Evropa uttan Evropa.

Sambært ukrainska forsetanum má Evropa standa saman og bera seg at á ein hátt, "so eingin kann siga nei við Evropa, stýra tí ella fara við tí sum eitt lætt offur".

Í vikuni segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann ynskir at steðga krígnum, og at hann og russiski forsetin, Vladimir Putin hava avtalað at hittast. Enn er tó ikki greitt, nær tað verður, men Trump er boðin til Russlands í mai.

Les eisini: Trump boðin til Moskva í mai

Mikudagin tosaði Trump í telefon bæði við Putin og Zelenskyj. Amerikanki forsetin tosaði fyrst við Putin, og síðani við Zelenskyj, sum ikki er fegin um, at hann var næstur í røðini.

– Fyri nøkrum døgum síðani, greiddi Trump forseti mær frá sínari samrøðu við Putin. Hann nevndi ongantíð, at Evropa eigur at fáa eitt pláss við borðið. Tað er sigandi, segði Zelenskyj í røðu sínari og legði afturat, at tað hevði verið "uppaftur meira vandamikið" um Trump fer at hitta Putin fyrst.

Les eisini: Zelenskyj: Eg vil hitta Putin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder