Nú tíðindainnslag var í Degi og Viku í gjár um alifisk sum var deyður í ánni í Leynum, gjørdi Bakkafrost skjótt av.
- Vit hava staðfest at einki hol er á nakrari nót, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost í skrivi til miðlarnar.
Kavarar hava verið í dag og eftirkanna allar alinótirnar hjá Bakkafrost kring alt landið, og har var einki hol at finna.
- Allar nótir verða eftirhugdar regluliga fyri at eftirkanna at einki hol er, og at alt er sum tað skal vera. Vit hava ikki varnast nakað óregluligt í ár.
Bakkafrost fráboðar illgruna um slopnan fisk til myndugleikarnar umframt at tey rapportera slopnan fisk í teirra sustainability rapport – Sunt lív. Henda er tøk á heimasíðuni hjá Bakkafrost.
Í rapportini sæst á blaðsíðu 21 frágreiðing um umstøður ísamband við at fiskur kann sleppa, og hvussu Bakkafrost ansar eftir hesum.
Regin Jacobsen upplýsir, at í 2015 og 2016 slapp eingin laksur hjá Bakkafrost, men tíverri var størsta óhappi hjá Bakkafrosti nakrantíð í storminum 29. November 2017, tá tey mistu allan fiskin í einum ringi á Gulanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald