Innanlands

- Eykaskipið ikki trygg og hóskandi loysn til Fugloyarleiðina

Tað halda borgarstjórin og varaborgarstjórin í Fugloyar kommunu

(Mynd: Samferðslumálaráðið)

(Mynd: Samferðslumálaráðið)

2018-10-05 07:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Sjálvandi er tað hugaligt, at Strandferðslan nú arbeiðir seriøst við at loysa avloysara- og flutningstørvin annars, men hetta er ikki nøkur trygg og hóskandi loysn, tá talan er um Fugloyarleiðina.

Tað siga Amalia í Frammistovu, borgarstjóri, og Símun Gullaksen, varaborgarstjóri, í hoyringsskrivi til fíggjarnevndina um í málinum um eykaskip til Strandferðsluna.

Henrik Old, nú fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur lagt uppskot fyri løgtingið um 27 metrar langa tríkilju. Kostnaðurin er 34 milliónir krónur.

- Vit hava áður ført fram, at eina slíka sjón (sum á myndini omanfyri), kunnu vit nokk síggja tvær til tríggjar ferðir árliga á Kirkju - tá ið veður, vindur, streymur og sjóvarfall verður 100 prosent til vildar, skriva tey í hoyringsskrivinum.

- Stutta av tí langa er, at vit hava nú drúgvar royndir við Rituni, sum eru avbera góðar, og skulu vit frameftir ímynda okkum eina serliga góða loysn fyri Fugloyarleiðina, so er talan um eitt skip, sum tekur grundstøði í verandi Rituni, og nakrar hóskandi dagføringar, halda Amalia í Frammistovu og Símun Gullaksen.

Les eisini: Bara Jacob sum ikki tekur undir við eykaskipinum

Sí eisini: Soleiðis fer tríkiljan hjá Strandferðsluni at síggja út

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder