Innanlands

- Farleiðin norður um Fjall er ein deyðsfella

Støðan í tunlunum norður um fjall er ótespilig, sigur Jákup Mikkelsen

Jákup Mikkelsen, tingmaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jákup Mikkelsen, tingmaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-06 13:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í nýggjum lesarabrævi leggur Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, eftir samgonguni fyri ikki at loysa tunnilstrupulleikarnar.

Jákup skrivar, at tveir ár eru liðin síðani Henrik Old, samferðsluráðharri, klipti snórin til Viðareiðistunnilin. Tá var sagt, at Hvalbiartunnilin var næstur í røðini, og at tunlarnir um fjall skuldu gerast um 5-6 ár. Hetta eru tvey ár síðani. Løgmaður segði, at treytin var at vit høvdu búskaparligan viðvind, men hóast hetta, so hava lyftini ikki hildið. Hvalbiartunnilin er ikki so mikið sum útboðin.

Jákup Mikkelsen ger vart við at talið av skrásettum akførum er økt nógv seinastu árini, og at hetta, saman við vaksandi ferðavinnuni, hevur gjørt støðuna í tunlunum norður um fjall ótespiliga.

- Farleiðin norður um Fjall er ein deyðsfella - ein stór landaskomm og skommin hevði ikki fingið loyvi at staðið órørd, um trupuleikin landsfrøðiliga lá nærri Tinganesi, skrivar Jákup Mikkelsen.

Jákup Mikkelsen sigur eisini, at tá Eysturoyartunnilin stendur klárur, verður ruðuleikin norður um Fjall fullkomin, og at tað helst bara er ein spurningur um tíð, áðrenn hetta fer at kosta mannalív. Men landsstýrið stingur bert høvdið í sandin.

Miðlahúsið fær eisini av at vita í lesaragreinini, har Jákup Mikkelsen skrivar, at Miðlahúsi sum vant roynir at verja javnaðarflokkin við at ákæra tey, sum hava lagt tunnilsuppskotið fram fyri ting, at vilja broyta tunnilsraðfestingina.

- Blaðstjórin sigur at vit ætla at broyta raðfestingina og fáa Hvalbiartunnilin afturum í bíðirøðini. Hetta er beinleiðis lygn og tað veit Eirikur Lindenskov væl! Trupuleikin er ikki at tunlarnir norður um Fjall standa aftanfyri Hvalbiartunnilin. Trupuleikin er ábyrgdarleysa tunnilsstoppið, sum sitandi landsstýrið hevur tryggjað!

Jákup Mikkelsen vil verða við, at einki landsstýri hevur tosað so nógv um tunlar sum núsitandi landsstýri. Og einki landsstýri hevur gjørt so lítið við at fremja tunnilsgerð sum núsitandi landsstýri.

Sí lesarabrævið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder