Meðan USA heldur fast við ætlanunum at at yvirtaka Grønland, hava fleiri evropeisk lond sent herfólk til Grønlands.
Talan er um Svøríki, Noreg, Týskland, Stórabretland, Frakland, Niðurlond, Finnland, og Belgia.
Herfólkini skulu eftir ætlan luttaka í hernaðarvenjingini "Operation Arctic Endurance", sum m.a. hevur til endamáls at venja herfólk í at virka undir serligum arktiskum umstøðum.
At Evropa sendir herfólk til Grønlands fer tó helst ikki at broyta ætlanirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump viðvíkjandi Grønlandi.
Tað segði Karoline Leavitt, talsfólk hjá Hvítu Húsunum á tíðindafundi í vikuni.
– Tað ávirkar heldur ikki hansara mál um at fáa Grønland yvirhøvur. Hann vil hava, at USA fær sær Grønland, segði hon.
Les eisini: – Harmiligt at mann ikki kann líta á USA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald