2021-06-06 16:28
Ferðavinnufyritøkur í Grønlandi ávara ímóti at ríva Føroyingahavnina niður. Havnin er eitt vælumtókt ferðamál, sum gevur ferðafólkum møguleika at síggja ein part av fortíðini, siga tey.
Í dag er einsamalli huldubýurin eitt vælumtókt ferðamál, men bygningarnir eru í ringum standi, og tí verður sóknast eftir einari ætlan fyri økið.
Í staðin fyri at ríva havnina niður, skjóta ferðavinnufyritøkur upp at gera nakrar varligar ábøtur, skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.
Føroyingahavnin liggur uml. 50 km sunnanfyri grønlendska høvuðsstaðin Nuuk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald