Innanlands

- Føroyska ferðavinnan er hótt

Magni Mouritsen, sum rekur MB Tours, slær tó fast, at samfelagslig atlit skulu takast

Magni stúrur fyri avleiðingini av coronavirusinum - hann undrast á, at flogferðslan ikki er støðgað (Mynd: Mouritsen bussar)

Magni stúrur fyri avleiðingini av coronavirusinum - hann undrast á, at flogferðslan ikki er støðgað (Mynd: Mouritsen bussar)

2020-03-12 20:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit í ferðavinnuni verða øll hart rakt í løtuni. Corona smittan kann í ringasta føri gera av við fleiri í vinnuni.

Hetta sigur Magni Vatnhamar Mouritsen, sum rekur MB Tours. Mouritsen bussar hevur til høvuðsuppgávu at flyta ferðafólk sum koma til landið – serliga fólk frá ferðamannaskipum, men eisini til dømis ítróttarlið og onnur vitjandi.

Les eisini: 
Undirskriftinnsavnan til áheitan um ferðafólkaforðboð

Í morgun boðaði Tórshavnar kommuna frá, at fyribils sleppur einki ferðamannaskip inn á Havnina. Ivamál er sátt um ferðafólkaflutning sum heild í verandi støðu, og Visit Faroe islands, hvørs høvuðsuppgáva er at fáa fólk til Føroyar, hevur orsaka av corona-støðuni hevur nú viðmælt fólki at ikki koma til Føroyar. Samanlagt hóttir hetta vinnuna, og í eyka Degi&Viku sendingini seinnapartin gjørdi Helgi Abrahamsen, vinnumálaráðharri, greitt at ferðafólkavinnan fer heilt víst at hava eitt ringt ár.

- Vinnubreyðið hjá mær er 100 prosent tengt at ferðavinnuni - serliga cruise vinnuni sum er sera hart rakt í løtuni úti í víðu verð. Vit missa í fyrstu atløgu “bert” eitt skip, hetta tí tað er so tíðliga í árinum. Heldur smittan fram inn í summarið, so er spurningurin um føroysku ferðasmiðirnar hóra undan.

Hetta skrivar Magni á sínum Facebook-vanga, har hann tó eisini ger greitt, at einki er galið við inntrivunum, ið verða framd nú.

- Hetta er so nógv størri enn bara vit. Hetta er ein heimsfatandi epedemi, og vit mugu øll taka samfelagsligt atlit.

Tað er tó eitt ting, ið eisini nógvir føroyingar hava undrast og ilskast á í dag, sum Magni vísur á er løgið í hesum samanhangi.

- Eg standi spyrjandi í dag. Smyril Line steðgar at sigla við ferðafólki og Tórshavnar Kommuna noktar cruise skipum, men enn lata myndugleikarnir Atlantic flúgva nærum “órørt” millum londini. Hetta er í mínu verð total rangstøða. Hvat í allari víðu verð hugsa myndugleikarnir og landstýrisfólkini her? Man roynir at steðga smittuni at koma sjóvegis, men opnar slúsurnar loftvegis? Smitta fólk sjóvegis meira enn tey sum koma loftvegis? Árliga koma tað á leið 50.000 fólk sjóvegis og meira enn 200.000 loftvegis.

Sí eisini: 
Eiga Føroyar at steðga allari flúgving
Spyr.fo: Fólkið vil støðga flogferðsluni
Ferðafólkið er nú í sóttarhaldi

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder