Innanlands

- Heldur ikki hesaferð fingu okkara eldru nakran part

Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu, Irdi Jacobsen, ilskast inná manglandi heimapartar

(Mynd: Irdi Jacobsen)

(Mynd: Irdi Jacobsen)

2018-08-17 08:59 Author image
Oda Strøm
placeholder

Grind var í Hvannasundi í gjár. Grindin varð býtt í drápspartar, og eitt skinn í part var til teirra, ið tóku lut í grindini. Heimapartar fóru síðani til Nes kommunu, tí sýslumaðurin og grindaformenn komu til ta niðurstøðu, at Norðoyggjar høvdu nóg mikið av grind, og tí lótu teir heimapartar til Nes kommunu.

Grindin taldi umleið 100 hval, og Nes kommuna skrivaði á heimasíðu síni í gjárkvøldið, at umleið 40 hval fóru til heimapartar í Nes kommunu. 

Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu, Irdi Jacobsen, heldur hetta ikki vera nøktandi fyri eldru borgararnar í kommununi. 

- Í dag doyði so fyrsta grindin í ár í Hvannasundi. Og heldur ikki hesaferð varð býtt í heimapartar. Heldur ikki hesaferð fingu okkara eldru nakran part. Heldur ikki tey, ið eru av bygdini til síni dagligu størv (og tey eru ikki so fá) fingu lut í hesum havsins ríkidømi.

Borgarstjórin vil vera við, at eldri borgarar á røktarheimum ymsastaðni í Føroyum hava lættari atgongd til ein grindabita enn eldri borgarar í tí kommununi, har flest grindir eru deyðar seinastu árini, skrivaði hon á Facebook í gjár.

- Gamaní kann man siga, at kaggarnir her eru um at spreingjast, men tað er altso ikki hjá teimum, ið ikki hava møguleika at fara úr arbeiði í grind, ella t.d. eru til skips, og so slett ikki hjá okkara eldru borgarum, teimum sum ikki hava heilsu til at drepa grind longur.

- Haldi sum minimum, at bygdafólkið eigur at fáa ríkiligan part av tí grindatilfeinginum, sum kemur inn á Hvannasund, eisini havandi í huga at tað er kommunan her, sum stendur fyri upprudding v.m, ið verður goldin av skattgjaldarum í okkara kommunu!, skrivaði borgarstjórin í gjárkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder