Uttanlands

– Hetta eigur at fáa avleiðingar fyri Iran

Sambært ukrainskum myndugleikum eru tað iranskar dronur, sum verða brúktar at leypa á Kyiv, og tí eigur ES at seta revsitiltøk í verk móti Iran, sigur danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod

Danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-10-17 09:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eru fáir dagar síðan, at Kyiv varð raktur av sjálvmorðsdronum, eisini nevndar kamikazedronur, og tíðliga í morgun varð ukrainski høvuðsstaðurin aftur álopin.

Sambært ukrainskum myndugleikum eru dronurnar framleiddar í Iran, og danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod, sum í dag luttekur á fundi millum uttanríkismálaráðharrar í ES í Luksemborg, sigur, at hetta eigur at fáa avleiðingar fyri Iran.

– Eg vil hava málrættað revsitiltøk móti teimum persónunum í Iran, sum hava ábyrgdina av at veita dronurnar, sum verða brúktar í Ukraina. Aftur síggja vit dronur verða brúktar móti sivilfólki, sigur hann sambært Ritzau.

Á fundinum í dag er tað eisini støðan í Iran, sum er á skránni orsakað av harðskapinum hjá løgregluni móti mótmælisfólkunum í landinum.

Tað var miðskeiðis í september, at 22 ára gamla iranska kvinnan, Mahsa Amini doyði á einum sjúkrahúsi í iranska høvuðsstaðnum Teheran, eftir at hon varð handtikin av løgregluni fyri ikki at vilja fjala hárið við turriklæði.

Sambært vitnum, sum sótu inni saman við kvinnuni, varð hon útsett fyri harðskapi av sonevndu moralsku løgregluni, og tað var orsøkin til, at hon doyði. Prestastýrið vil tó vera við, at hon doyði av natúrligum orsøkum.

Seinastu vikurnar hevur verið mótmælt í nógvum iranskum býum, og verður mett, at talan er um mest umfatandi mótmælini í landinum, síðan prestastýrið fekk valdið í 1979.

Um vikuskiftið segði iranski uttanríkismálaráðharrin Amir-Abdollahian, at Iran ikki hevði givið russum dronur at brúka í Ukraina.

– Vit hava ongantíð umhugsað, um tað var ein møguleiki, segði hann.

Les eisini: Iran: Vit hava ikki givið russum dronur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder