Innanlands

- Hetta handlar ikki um gæs, men um at leggja myndir út av fólki uttan samtykki

Tað sigur vakthavandi um málið um bilføraran, ið rendi á nakrar gæs sunnudagin

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-09-18 13:57 Author image
Oda Strøm
placeholder

Eitt video av einum bilførara, ið rendi á nakrar gæs við Leynar sunnudagin, hevur verið dúgliga deilt á sosialu miðlunum seinastu dagarnar, har fólk ilskast inná, at ein bilførari kann vera so hugfjarur.

Hetta hevur elvt til ein sokallaðan "shitstorm", sum hevur havt við sær, at viðkomandi bilførari er vorðin almannakunngjørdur við nummarplátu á sosialu miðlunum. 

Portalurin ringdi til løgregluna fyri at frætta meira um málið, og løgreglan váttaði, at ein fráboðan var komin inn um málið. 

Men fráboðanin var sum skilst komin frá bilføraranum sjálvum. 

- Hóast sjónbandið verður deilt dúgliga, so gjørdi bilførarin fyri so vítt alt rætt sambært lógini, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

- Tað er fráboðanarskyldan, ið er galdandi. Ein og hvør kann koma út fyri at renna á ein seyð ella gæs - so spurningurin, ið veruliga ger seg galdandi her, er, í hvønn mun mann kann leggja fólk út á sosialu miðlarnar uttan samtykki, sigur vakthavandi. 

Vakthavandi sigur, at løgreglan hyggur nærri eftir hesum í samráði við viðkomandi persón, og er í samskifti við partin, ið varð hongdur alment út sunnudagin, um, hvat víðari skal gerast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder