Innanlands

- Hevur selt langt yvir tað vit roknaðu við

Hetta sigur sølu- og marknaðarleiðarin hjá Føroya Bjór, ið hevur selt fleiri 1000 litrar av nýggju sodavatnini, Sisu Exotic, í summar

Nýggja Sisu Exotic hevur verið vælumtókt í summar - Mynd: Føroya Bjór

Nýggja Sisu Exotic hevur verið vælumtókt í summar - Mynd: Føroya Bjór

2019-07-31 15:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er Jolly, Jolly Cola, ið er flaggskipið hjá Føroya Bjór, tá tað kemur til sodavatn. Klassikarin er slagið, ið verður mest selt. Hetta er nokk eingin loyna, og tað váttar  sølu- og marknaðarleiðarin hjá felagnum, Sophus Dal Christiansen eisini. Men í summar hevur sølan av sodavatn hjá Føroya Bjór verið óvanliga stór: 

- Tað skal helst ikki vera ov kalt, um sodavatnir skulu selja væl um summarið; so verður tað ikki drukkið eins nógv. Vit hava í summar sæð ein týðiligan jaligan mun í søluni hjá okkum: 

Eitt er veðrið, sum bæði umkring mánaðarskiftið juni/juli og seinastu tíðina hevur verið sera gott, men so er tað ein nýggjur "leikari", ið hevur gjørt stóran mun fyri søluna hjá Føroya Bjór. Talan er um nakað, ið jaliga hevur loypt hvøkk á, sigur Sophus:  

- Vit hava arbeitt nakað við smakkinum í Sisu Exotic, ið kom á marknaðin stutt eftir miðjan juni. Tað skuldi verða nakað summarkent og frískt, og tað má sigast at hava eydnast sera væl - langt yvir tað sum vit høvdu roknað við. Vit hava ikki marknaðarført hana so nógv, men sodavatnin hevur selt óvanliga væl.

[object Object]
(Sophus Dal Christiansen sæst her saman við Teiti Lassen til FMA - Mynd: Jens Kr. Vang)

Sophus Dal Christiansen kann ikki kunngerða sølutølini, men hann váttar fyri Portalinum, at fleiri 1000 litrar av Sisu Exotic eru farnir yvir søludiskin hendan stóran mánaðin. Eitt tíðarskeið var frískliga sodavatnin útseld so at siga kring alt landið, og tað tók nakrar dagar til tað varð fylt aftur í øllum sølubúðunum. Tað sæst eisini ymsa staðni enn, at Sisu Exotic er útseld, og nógv fólk síggjast við einari slíkari sodavatn í hondini. Sambært Sophusi verður Sisu ikki bert ein summar-sodavatn; hon verður verandi á marknaðinum.

Sølu- og marknaðarleiðarin hjá Føroya Bjór sigur eisini, at tað verður selt meira og meira av vatni: 

- Vit selja nógv vatn. Tað hongur serliga saman við, at tað eru fleiri og fleiri  ferðafólk sum koma til Føroya, og tey drekka næstan bara vatn í fløsku; m.a. tí at tey eru von við tað. Men føroyingar keypa eisini meira av vatni - teir ymisku smakkirnir hjá okkum eru vælumtóktir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder