Uttanlands

- Huawei eigur ikki at standa fyri útbyggingini í Danmark

Danskir politikarar eru heldur ikki glaðir fyri Huawei

Lisbeth Bech Poulsen (Mynd: Kristeligt Dagblad)

Lisbeth Bech Poulsen (Mynd: Kristeligt Dagblad)

2019-01-10 14:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Norra umhugsar at seta forboð fyri at kinesiski telerisin Huawei sleppur at byggja 5G-netverk í landinum.

Orsøkin er, at norðmenn óttast fyri njósning, ein ótti, sum USA og Stórabretland eisini hava. Hesi bæði londini hava longu boykotta Huawei.

Nú sær út til, at danir eisini stúra fyri at lata Huawei útbyggja teirra telenet.

Nú Norra hava víst, at teir heldur ikki líta á Huawei, heldur orðførarin hjá SF, Lisbeth Bech Poulsen, at Huawei ikki eigur at sleppa at standa fyri útbyggingini í Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder