placeholder
Innanlands

- Hví verður ikki innkallað til politiskan kreppufund?

Sonja Jógvansdóttir harmast um, at einki verður gjørt við bústaðarneyðina

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-13 14:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

 "Hví verður ikki innkallað til politiskan kreppufund um støðuna hjá teimum í bústaðarneyð?"

Hetta spyr Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna um í lesarabrævi, sum er sent miðlunum í dag.

Hon harmast um, at einki verður gjørt við bústaðarneyðina hjá føroyskum barnafamiljum.

"Har er ongin vilji til at seta seg niður og finna alternativar loysnir til tann átrokandi trupulleikan. Vit kunnu ikki í bestu tíðum í Føroyum liva við heimleysum barnafamiljum. At heilsusystrar so tíðiligt og hart hava rópt varðskó átti at fingið bæði løgmann og landsstýriskvinnuna í Almannamálum at handla. Men tað gera tey ikki!" skrivar Sonja Jógvansdóttir.

"Eg kann slett ikki ímynda mær, hvussu sárt tað er hjá hesum familjum at verða so yvirsædd av politiska myndugleikanum.

"Eg veit væl, at tað ikki er lætt at loysa henda trupulleikan, men hvat skulu vit í politikki, um tað ikki eru júst slíkir trupulleikar, vit brúka tíð og orku at loysa? Tað tykist sum, at viljin ikki eingongd er til staðar at royna at gera nakað, og tað er átaluvert.

"Tað vandamiklasta fyri folkaræði og okkum sum samfelag er, tá ið politikkur og politikarar eru so langt burtur frá livda lívinum hjá fólki, at onki rørir tey ella fær tey upp úr stólinum. Hetta er átrokandi bústaðarneyðin eitt dømi um.

"Hví verður ikki innkallað til politiskan kreppufund um støðuna hjá teimum í bústaðarneyð?

"Hví verður kalendarin ikki ruddaður hjá løgmanni og landsstýriskvinnuni, so tey kunnu halga seg arbeiðinum at finna eina loysn á tí mest akutta tørvinum?

"Hví kemur onki signal frá politisku skipanini til hesar kroystu familjurnar um, at vit síggja tykkum, viðurkenna tykkara trupulu støðu og lova, at tað ikki verður helma í, fyrr enn vit finna loysnir?

"Hvussu longi skulu hesar familjur bíða eftir, at Javnaðarflokkurin tekur sína egnu hugsjón í álvara, og fer at verða nakað fyri tey fólkini, sum hava mest brúk fyri, at teirra støða verður tikin í álvara."

Sonja Jógvansdóttir skilur ikki, at tíð ikki verður sett av til at finna eina loysn, men hon sigur seg vilja leggja nógv fyri at finna eina loysn á akuttu íbúðarneyðina.

"Neyðugt er at gera okkurt her og nú. Tað má verða lættari hjá privatum at byggja nýggjar bústaðir, og so átti man eisini at sett pengar á fíggjarlógina til at byggja bráðfeingisbústaðir," sigur Sonja Jógvansdóttir við Portalin.

"Verður onki gjørt, so er tað snøkt sagt tí, at politiska skipanin ongan trupulleika hevur av, at familjur og børn eru heimleys ella liva í dýrum soppafongdum heilsuskaðiligum kjallaraíbúðum," skrivar Sonja Jógvansdóttir at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder