Tann 1. desember varð fíggjarstjórin í risastóru kinesisku tøknifyritøkuni Huawei handtikin í Kanada. Wanzhou Meng varð handtikin, tá hon milumlendi í Kanada, og ætlanin er, at hon skal útflýggjast til USA, har hon verur ákærd fyri at hava broti revsitiltøkini, sum USA hevur sett móti Iran.
Kinesisku myndugleikar eru í øðini í handtøkuna, og krevja at fáa at vita hví Meng varð handtikin.
Men Kanada var ikki við í handtøkuni. Tað sigur Justin Trudeau, forsætisráðharri í Kanada, við lokal tíðindafólk. Trudeau sigur, at hann visti um handtøkuna nakrar dagar áðrenn hon varð gjørd, men at hann ikki var beinleiðis við í henni og heldur ikki hevur tosa við Kina um hana.
- Vit eru eitt land við sjálvstøðugum rættarverki, og teir skikkaðu myndugleikarnir hava tikið eina avgerð í sakini uttan politiskari uppíblanding, sigur kanadiski forsætisráðharrin.
Ikki er vist hvat grundarlag er fyri handtøkuni av Wanzhou Meng, sum eisini er næstforkvinna í nevndini í Huawei og dóttur stovnaran av felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald