Innanlands

- Kann bjarga Fámjin

Ein tunnil kann bjarga bygdini, siga umboð úr andstøðuni og Kristin Michelsen, sum hava lagt uppskot fram um at gera Fámjinstunnil

Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt uppskot um Fámjinstunnilin fram saman við umboðum úr andstøðuni (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt uppskot um Fámjinstunnilin fram saman við umboðum úr andstøðuni (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-04 07:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

 - Mong vænta og vóna, neyvan av órøttum, at ein tunnil kann bjarga Fámjin, har fólkatalið, sum fyri fáum árum síðani var yvir 100 fólk, er minni enn 80 fólk ídag. 1. januar 2017 búðu soleiðis 84 fólk í Fámjin, meðan talið longu 1. januar 2018 var minkað til 79 fólk.

Tað skriva uppskotsetararnir í uppskotinum um Fámjinstunnil, sum bleiv lagt fram í løgtinginum í gjár.

Teir sum leggja uppskotið fram eru Jenis av Rana og Bill Justinussen úr Miðflokkinum, Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, Jógvan Skorheim og Kári P. Højgaard úr Sjálvstýri, Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum, Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður og Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum.

Les eisini: Samgongan í tunnum tráði

- Fyri tey, sum enn búgva í hesi ómetaliga vøkru bygdini, ið er einasta bygd miðskeiðis í Suðuroy, sum vendir móti havinum vestanfyri, kennist vegurin sum ein daglig avbjóðing.

- Framvegis eru vegastrekki, har sýnið er sera vánaligt, vegurin er smalur við nógvum svingum, grót ríður oman og kavi skjótt legst. Serliga er tað Skarðið – Ørðaskarð - sum er óhøgligt, men eisini vegirnir báðumegin Skarðið. Vindhart er á Skarðinum. Tað hoyra allir føroyingar, tá vindfráboðanir verða sagdar í tíðindunum, og ikki er altíð so tespiligt, tá hált er og nógvur kavi legst, siga uppskottsetararnir.

Verkætlanin umfatar ein tunnil, sum er 1200 metrar langur, við 600 metrum av vegi Ørðavíkarmegin, og 500 metrum av vegi Fámjinsmegin. Í uppskotinum verða 60 milliónir settar av til verkætlanina.

Núverandi vegur varð gjørdur í tíðarskeiðinum 1936-1940 og vegastrekkið er 9,1 km langt. Hægsta punktið á vegnum er á Ørðaskarði, har tað er 278 metrar høgt.

Uppskotið sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder