Uppskot frá andstøðuni saman við Kristin Michelsen um tunnil til Fámjins varð í dag lagt fyri tingið, og hetta kann væntandi hava ógvusligar avleiðingar við sær fyri samgonguna, um tað verður samtykt.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði við útvarpið seinnapartin, at hann stendur við orð síni um, at um tað er soleiðis, at andstøðuuppskot vera samtykt uttan um samgonguna, sum hava stóran týdning og kosta nógvar pengar, so verður ikki ein samgongu longur.
Les eisini: Atkvøða samgongulimir fyri andstøðuuppskoti, kann tað gerast endin á samgonguni
Løgmaður segði somuleiðis eisini við útvarpið, at Fámjinstunnilin júst er eitt týdningarmikið og kostnaðarmikið mál, sum kann koppa samgonguni.
Av tí at Kristin Michelsen hevur lagt uppskotið fyri tinginum saman við andstøðuni, kann roknast við, at hann ætlar sær at atkvøða fyri uppskotinum. Og atkvøðir øll andstøðan eisini fyri uppskotinum, verður tað samtykt - og harvið, um mann skal trúgva orðunum hjá løgmanni, verður eingin samgonga longur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald