Uttanlands

- Land okkara enn einaferð fyri yvirgangi

29 ára gamli gerningsmaðurin er enn ikki funnin. Tvey fólk lótu lív í álopinum í Strasbourg í gjárkvøldið

Strasbourg í dag (Mynd: EPA)

Strasbourg í dag (Mynd: EPA)

2018-12-12 15:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Í gjár, eitt sindur áðrenn klokkan 20, var okkara land aftur fyri yvirgangi, segði Rémy Heitz, almennur franskur ákæri, á tíðindafundi seinnapartin um skotálopið á jólamarknaðin í Strasbourg í gjárkvøldið.

Tað skriva útlendskir miðlar. Millum annað heimasíðan hjá Danmarks Radio, dr.dk.

Franska løgreglan sær hetta sum yvirgang, og sigur seg eisini vita hvør gerningsmaðurin er. Á tíðindafundinum seinnapartin greiddi Rémy Heitz frá, at maðurin, sum er undir illgruna eitur "Cherif C". Hann er føddur í Strasbourg og er 29 ára gamal.

[object Object]Rémy Heitz, almennur franskur ákæri á tíðindafundi seinnapartin (Mynd: EPA)

Løgreglan og rættarskipanin kenna væl mannin frammanundan. Hann hevur gjørt um seg innan stuldur og harðskap. Tilsamans hevur Cherif C. fingið 27 dómar í Fraklandi, Týsklandi og í Sveis.

Á tíðindafundinum varð upplýst at tvey fólk doyðu tá tann 29 ára gamli leyp á við pistóli og knívi.

Harafturat eru 12 særd og seks av teimum eru komin kritiskt til skaða.

Maðurin skal, sambært einum sjónarvátta, hava rópt “Allahu Akbar“, undir álopinum.

Fimm persónar eru handtiknir í málinum.

[object Object]Skottilburðurin í gjárkvøldið hendi nærhendis jólamarknaðin í franska býnum Strasbourg (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder