Tað var ein sjáldsama hugtakandi standmynd, sum var avdúkað í Elduvík í dag.
Endiliga kundi standmyndin yvir søgnina um Marmennilin í Elduvík, sum Hans Pauli Olsen, myndahøggari, hevur tilevnað, avdúkast á vakra plássinum ”við Vambaklett” oman móti urðini í Elduvík.
Sera nógv fólk vóru savnað í lítlu hugnaligu bygdini til hátíðarhaldið.
Og tá núlivandi Anfinn bóndi í Elduvík, Annfinn Clementsen, saman við Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra, høvdu fingið klæðið oman av standmyndini, so øll kundu síggja verkið, vóru flest øll samd um, at standmyndin vísti seg at vera øðrvísi, enn tey høvdu ímyndað sær.
Í prátinum í Elduvíkstúni hevur verið tosað um standmyndina ”av” markennilinum, og flest høvdu kanska ímyndað sær hetta forniska skepilsið, sum William Heinesen fyrr hevur myndað, sum høvuðsmotiv í standmyndini. Men so er ikki.
Tá tú skoðar standmyndina har hon stendur á vakra plássinum beint niðan fyri vegin, er tað bátin, tú leggur merki til. Tú skalt fara eitt sindur nærri fyri at síggja marmennilin sjálvan, sum á myndini stendur á havsins botni.
Søgnin er í stuttum tann, at tað var Anfinn bóndi í Elduvík, sum undir útróðri krøkti marmennilin og tók hann við sær í land, og um hvussu hesin hjálpti Anfinn við fiskieydnu. Til tann dagin, Anfinn gloymdi at rista kross fyri marmennilinum, sum ístaðin leyp á bláman aftur, har hann hoyrir heima. Nógv meira um søgnina og bakgrundina kann lesast á heimasíðuni um marmennilin.
Tað negativa verður positivt
Hans Pauli Olsen, myndahøggari, fekk sjálvur høvi til at greiða frá listaverkinum undir hugnaliga hátíðarhaldinum í dag.
Ovast er ein bátur – áttamannafarið við Anfinn bónda og hansara átta synum – og undir bátinum síggja vit so tað, sum gongur fyri seg har. Tað, ið er niðri í sjónum er – mótsatt bátinum og bátsmanningini – formað negativt, altso felt inn í myndina.
Her síggja vit so marmennilin, holaður inn í bronsuna. Men hyggur tú eftir figurinum eina løtu, so er tað sum um, at hann traðkar út úr myndini.
- Hetta er ein nýggjur máti fyri meg at arbeiða, segði Hans Pauli Olsen, og greiddi frá hvussu myndin kann broytast frá negativum til positivt tá ein hyggur í ein negativan form nóg leingi.
Umframt marmennilin sjálvan, síggjast eisini nakrir toskar í myndini. Til at mynda hesar toskar, hevur listamaðurin fingið nakrar toskar, fiskaðir á miðunum út fyri Elduvík, á somu leiðum, sum Anfinn bóndi í síni tíð krøkti marmennilin. Toskarnir vórðu síðan fraktaðir, frystir, niður til atelierið hjá myndahøggaranum í Danmark.
Sera virkningsfult við hesum toskunum, sum síggja heilt livandi út.
Stendur á grønskyggandi granitti úr Noregi
Standmyndin er sett á ein blokk av norskum granitti. Hví norskt granitt? eru tað fleiri, ið hava spurt, og Hans Pauli Olsen gav sjálvur frágreiðingina.
- Eg vildi hava henda klettin til at ímynda havsins botn. Og hetta norska granittið skyggir í grønum, heilt øðrvísi enn føroyskt, granitt. Tað er tí sera vælegnað til at ímynda heimin undir havskorpuni.
Økið har standmyndin stendur er hegnisliga tilevnað við malargróti úr fjørðuni. Tað er Høgni Kastalag, arkitektur hjá Fuglark Arkitektum, ið hevur staðið fyri sniðgevingini, og sigast má, at arbeiðið er sera væl frágingið.
Óvanliga nógv fólk komin til bygdar
Hátíðardámur var í Elduvík í dag. So nógv fólk vóru komin til bygda, at røðin av parkeraðum bilum var long á landsvegnum inn efir Funningsfirði.
Røður vórðu hildnar av Rodmundi Nielsen, Rasmus N. Hansen frá fyrireikingarnevndini, Hans Paula Olsen, myndahøggara, Kjartan Clementsen frá Elduvíkar bygdar- og fornminnafelag og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra.
Eftir avdúkingina bjóðaði kommunan fiskasúpan, kaffi og køkur í einum stórum tjaldi har tað eisini var tónleikur við Halli Joensen, Kata og Niklas & Lenu.
Les eisini: Klárt at taka ímóti marmennilinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald