Uttanlands

– Nei takk til amerikanska uppílegging

Tað er týðiligt, at Trump-vongurin ikki hevur virðing fyri sjálvræðisrættinum hjá grønlendingum, sigur grønlendskur fólkatingslimur

Aaja Chemnitz, fólkatingslimur (Mynd: Ritzau)

Aaja Chemnitz, fólkatingslimur (Mynd: Ritzau)

2025-03-23 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Nei takk til amerikanska uppílegging í grønlendska valstríðið.

Tað skrivar grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz á Facebook, nú boðað er frá, at amerikanska varaforsetafrúan, Usha Vance og amerikanski trygdarráðgevin, Mike Waltz vitja í Grønlandi í komandi viku.

Valstríð er í Grønlandi í hesum døgum, har kommunuval verður í apríl.

– Tað er týðiligt, at Trump-vongurin ikki hevur virðing fyri okkara sjálvræðisrætt uttan uppílegging uttanífrá, skrivar grønlendski fólkatingslimurin.

Sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq hevur Malik Berhtelsen, borgarstjóri í Qeqqata kommunu í Vesturgrønlandi noktað at hitta amerikonsku varaforsetafrúuna, meðan valstríð er. Hann hevur í staðin skotið upp, at tey kunnu hittast eftir valið.

Les eisini: Amerikanskur trygdarráðgevi og varaforsetafrúa til Grønlands


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder