Partarnir í sáttmálatrætuni um ljósmøðurnar skrivaðu í dag undir semju, og tað merkir, at ljósmøðurnar fara aftur til arbeiðis beinanvegin.
Ljósmøðrafelagið skrivar í fráboðan seinnapartin, at tær eru glaðar fyri semju.
- Hetta hava verið nakrir harðir dagar. Vit eru fegnar um at hava nátt eini semju, sum vit eru nøgdar við. Men mest av øllum eru vit glaðar fyri, at hetta stríðið nú er av, og vit nú loksins sleppa aftur til arbeiðis og sleppa at hugsavna okkum fult og heilt um barnakonurnar og nýføddu børnini alt samdøgrið, sigur felagið.
Tað var tann 8. november, at ljósmóðurnar fóru í verkfall, har brúk var fyri bráðfeingis hjálp, vóru undantøk givin. Leygardagin var verkfallið hert, og eingi undantøk vóru givin.
Semjan, sum er undirskrivað í dag er galdandi fyri trý ár.
1. okt. 2017 hækkar mánaðarlønin 0,6%.
1. okt. 2018 hækkar mánaðarlønin 1,2%.
1. okt. 2019 hækkar mánaðarlønin 1,8%.
Hartil eru broytingar í sokallaðari skalagongd, ið gera, at endalønin hjá ljósmøðrum hækkar øll 3 árini.
Les eisini: Verkfallið er av
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald