Innanlands

– Nýtslan er lægri enn í hinum norðurlondunum

Tá tað kemur til nýtslu av opioidum, liggur Føroyar lægri enn tey norðurlondini, vit ofta samanbera okkum við, segði landsstýrismaðurin í heilsumálum í svari til fyrispurning hjá Ruth Vang í dag

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-02 19:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Seinastu tíðina hava serfrøðingar innan danska heilsuverkiðíð rópt varskó um nýtsluna av sonevndum opioidum í Danmark, m.a. tí, at mann í USA hevur staðfest, at nærum annar hvør amerikanari í 2020 fekk útskrivað opioidir, og mett verður, at eini 500.000 eru deyð av yvirdosis seinastu 20 árini.

Tað segði Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, sum hevði sett landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fyrispurning um nýtsluna av opioidum í Føroyum.

Ruth Vang vildi hava at vita, um nýtslan av opioidum í føroyska heilsuverkinum var á einum rímiligum støði, og um nøkur orsøk var at stúra fyri nýtsluna av opioidum í Føroyum. Ruth Vang nevndi serliga slagið Oxycodon, sum er nógv brúkt.

– Heilivágurin virkar pínustillandi, men virkar haraftrat rúsandi á ein hátt, sum kann sammetast við alkohol. Tí er vandin fyri bundinskapi og misnýtslu serliga stórur sammett við annan pínustillandi heilivág, segði hon.

Sambært Kaj Leo Holm Johannesen, er vøksturin av Oxycodon-nýtslu í Føroyum tó ikki nakað at stúra fyri. Vit liggja generelt lægri enn tey norðurlondini, vit ofta samanbera okkum við, tá tað kemur til nýtslu av hesum.

– Tað er tað, sum vit hava fingið at vita frá Landslæknanum, og tað haldi er er jaligt, segði landsstýrismaðurin, sum legði afturat, at vakið eyga tó verður hildið við hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder