Innanlands

- Øgiliga umráðandi at vit hava slíkar venjingar

Tað sigur Gudny Langgaard, forstjóri í Vága Floghavn, sum er øgiliga væl nøgd við tilbúgvingarvenjingina í gjár

Mynd: JN.fo

Mynd: JN.fo

2018-09-20 11:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var stóra venjingin hjá Vága Floghavn, Tjaldur 2018. Venjingin byrjaði klokkan 16.45 og vardi til klokkan uml. 20.

Venjingin skuldi ímynda, at eitt flogfar hjá Atlansflog var dottið niður við eystaru síðuna av flogbreytini. Bilvrak lógu ymsastaðni á økinum, og ungir statistar spældu ferðafólk, sum vóru komin illa fyri.

"Vit eru øgiliga væl nøgd við venjingina," sigur Gudny Langgaard, forstjóri í Vága Floghavn.

"Okkurt kiksaði, men vit eru øgiliga væl nøgd. Tað er altíð soleiðis, at nøkur ting fungera væl, og nøkur ting fungera minni væl. At ein brandbilur stóð fastur var ikki ætlanin, men tað hindraði tó ikki venjingina," segði hon.

"Vit skipa fyri venjingum fjórða hvørt ár, og tað er øgiliga ofta, at okkurt óvæntað hendir, men tað er eisini gott, tí tað sama kann henda, tá tað er veruligt og ikki bara ein venjing, so tað er gott, at mann kann fyrireika seg til tað," sigur hon.

Hóast hetta ikki er fyrsta venjingin av sínum slagi, var hetta fyrstu ferð, at so nógv varð gjørt burturúr venjingini. Fólk komu úr Noregi og Íslandi at mála statistar, so tey veruliga sóu út, sum høvdu teir fingið álvarsligan skaða, og eisini høvdu fólk ymiskar leiklutir. Ein skuldi t.d. latast at vera í ørviti og ganga upp í fjøllini, og onkur skuldi latast at hava øgiliga pínu í høvdinum.

"Eg haldi eisini statistar vóru væl nøgdir við venjingina, men onkur teirra føldi, at tað vardi ov leingi, áðrenn nakar kom teimum til hjálpar," sigur Gudny Langgaard.

"Tað er øgiliga umráðandi, at vit hava slíkar venjingar, og hetta hevur verið øgiliga gevandi fyri okkum og fyri allari tilbúgving í Føroyum," sigur hon.

"Vága Floghavn vil gjarna takka øllum, sum hava verið við til at skipa fyri venjingina, tey, ið vóru statistar, og tey, ið veittu mat til venjingina," leggur Gudny Langgaard afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder