Uttanlands

– Ójavnvágin millum rík og fátæk lond er skelkandi

Heimsheilsustovnurin ávarar enn einaferð um tað, sum hann metir vera eitt órættvíst býti av koppingarevninum

Tedros Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Mynd: EPA)

Tedros Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Mynd: EPA)

2021-04-10 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heimsheilsustovnurin, WHO hevur ferð eftir ferð víst á tað, sum hann metir vera eitt órættvíst býti av koppingarevninum fyri koronu, og enn sæst ein skelkandi ójavnvág millum rík og fátæk lond, sigur aðalstjórin, Tedros Adhanom Ghebreyesus.

– Í miðal er tað soleiðis, at londini við hægri inntøku, hava koppsett næstan ein fjórðing av fólkinum, meðan har í londum við lægri inntøku er talan um ein út av 500, sigur hann.

Í Stórabretlandi hava hjálparfelagsskapir eisini heitt á bretsku stjórnina um at lata koppingarevni til Covax-samstarvið hjá Heimsheilsustovninum.

Talan er um eitt koppsetingarsamstarv, sum skal tryggja fátækum londum eitt nøktandi tal av skamtum. Higartil hevur Covax latið fleiri enn 38 mió. skamtar til uml. 100 lond, skrivar Ritzau.

Vónin er at kunna veita fólkinum í 190 londum fleiri enn tveir mia. skamtar av koppingarevni innan eitt ár. Dentur verður lagdur á 92 fátæk lond, sum sambært ætlanini skulu fáa koppingarevni samstundis sum tey londini, ið eru betri fyri.

Millum tey londini, sum standa fremst í bíðirøðini hjá Covax eru Afghanistan, Haiti, Etiopia, og Somalia.

Í apríl og mai er ætlanin at lata yvir 100 mió. skamtar um allan heimin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder