Innanlands

- Øll bygdin var blokkerað við bilum

- Talið á bilinum í Kallsoynni veksur heilt ófatiligt, sigur Henrik Old, sum sigur at fleiri bussar skulu í oynna

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-02 15:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv kjak hevur verið um nógvu bilarnar í Kallsoynni. Í summar eru gjørdir básar til tey fastbúgvandi, so tey hava framíhjárætt.

Men har er ikki sagt, at trupulleikin er loystur, segði Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum, í tinginum í dag.

- Talið á bilum veksur heilt ófatiligt. Eg fekk eina mynd sendandi ein morgun í góðum veðri herfyri norðuri av Trøllanesi. Øll bygdin var blokkerað við bilum - bæði útlendskum og føroyskum - so tey, sum búgva á Trøllanesi ikki sluppu til hús ella av húsum, sigur Henrik Old.

- Líka mikið hvussu nógvar ferjur man setur inn, hvussu nógvar fartir man setur at flyta bilar, so endar tað galið á landi um øll skulu yvirum, sum ætla sær.

Mynd: Jens Kr. Vang

- Um tey sum búgva á Kallsoynni skulu liva eina nøkulunda normala tilveru er simpulten ikki pláss fyri øllum teimum fremendu bilinum, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at arbeitt hevur verið við fleiri bussum, men enn er ikki komið á mál. Henrik Old vónar tó, at til næsta summar er trupulleikin loystur og fólk lata bilin standa eftir í Klaksvík, og brúka buss til Trøllanesar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder