
Teytirnar, sum Russland hevur sett fyri eina vápnahvíld, vísa, at landið ikki ynskir veruligan frið.
Tað sigur Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES undan einum fundi við uttanríkismálaráðharrar í Brússel í dag.
– Teirra krøv eru øll tey málini, sum tey ynskja at røkka við krígnum, sigur hon sambært Ritzau.
Ukraina og USA eru samd um eitt uppskot um eina 30 daga vápnahvíld, men Russland krevur m.a., at Ukraina ikki gerst partur av Nato men verður verandi uttanveltað.
Russland vil heldur ikki góðtaka, at friðarvarðveitandi Nato-herfólk verða send til Ukraina. Í staðin hevur Russland skotið upp, at óvápnaðir, uttanveltaðir eygleiðarar skulu tryggja, at ein vápnahvíld verður hildin.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj ynskir hinvegin, at Ukraina skal gerast limur í Nato. Hetta fer, sigur hann, at tryggja, at Russland ikki fremur nýggj álop á Ukraina.
Les eisini: Trump og Putin tosa saman í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald