Innanlands

- Skal ikki vera einhvør øsing uttanlands sum setur dagsskránna

Helena Dam á Neystabø heldur, at vit sjálvi eiga at loysa spurningin um springaradráp

2018-09-16 13:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

"Spurningin, um hvussu vit skipa springaradráp og grindadráp, skulu vit loysa sjálvi." Tað skrivar Helena Dam á Neystabø, forkvinna í tingbólki Javnaðarfloksins, í lesarabrævi.

"Tað skal ikki vera einhvør øsing uttanlands, sum setur dagsskránna. Hetta hevur verið okkara politikkur um grindadráp – og soleiðis skal tað framhaldandi vera. Eisini í spurninginum um springaradráp."

Eftir øllum at døma eru vit ikki eins dugnalig at drepa springarar sum vit eru at drepa grindahval, sigur Helena Dam á Neystabø.

"Tað sum hendi í Hvalvík eiga grindaformenninir á staðnum saman við sýslumanninum at standa til svars fyri – og at eftirmeta," sigur hon. 

Helena Dam á Neystabø heldur, at tilburðurin í Hvalvík gevur okkum høvi at seta fokus á springaradráp í Føroyum, og at fremja neyðugar broytingar.

Helena Dam á Neystabø mælir eisini til, at allir grindaformenn í Føroyum beinanvegin seta seg saman at viðgerða avbjóðingina og boða politiska myndugleikanum frá, hvussu mann m.a. kann tryggja, at springaradráp er burðardygt, at springaradráp í Føroyum verður eins væl skipað og grindadráp, og at lóggávan um djóravælferð verður hildin.

"Vit hava ein hóp av skilagóðum grindaformunnum kring landið – eg ivist ikki í, at teir fara at vera góðir og skjótir í ráðum. Eingin fer væl av at umdømi Føroya uttanlands verður skalað."

"Vit heita á landsstýrið at kalla grindaformennirnar saman í stundini, so at viðgerðin kann byrja," skrivar Helena Dam á Neystabø.

Les alt lesarabrævið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder