Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, sendi í gjár eitt uppskot til hoyringar um, at tað skal verða skattafrítt at langtíðarútleiga bústaðir.
Hámarkið í uppskotinum er tó sett til 150.000 kr árliga í leiguinntøkum, sum verða skattafríar. Núverandi hámark er 50.000 kr árliga.
Endamálið er at økja um útboðið av bústøðum til langtíðarútleigan, stendur í uppskotinum.
Uppskotið er sum skilst eitt av fleiri átøkum í einum ”bústaðarpakka”, ið landsstýrið ætlar at leggja fram í næstum. Tað er sostatt ein liður í ætlanunum hjá landsstýrinum at fáa til vega fleiri bústaðir, og soleiðis minka um trotið av bústøðum, ið serliga stóri fólkavøksturin seinastu árini hevur havt við sær.
- Høvuðsendamálið við uppskotinum er at stimbra um hugin at leiga út kømur, kjallarar ella tóm hús. Hóast tørvurin á bústøðum er ovurhondsstórur, so vísa tøl frá kommununum, at stórt tal av húsum standa tóm kring landið – eisini í miðstaðarøkinum, stendur at lesa í uppskotinum.
Roknað verður við, at uppskotið hevur við sær, at landið og kommunurnar fáa samanlagt einar 2-3 mió. kr. árliga minni í inntøku frá húsaleiguskatti. Harav hevði landskassin fingið 55% og kommunurnar 45%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald