Russiski forsetin, Valdimir Putin sigur, at sambandið millum USA og Russland í løtuni er tað vánaligasta, tað hevur verið í fleiri ár.
– Sambandið okkara millum er versnað, sigur forsetin í samrøðu við NBC News fáar dagar áðrenn hann skal hitta amerikanska forsetan, Joe Biden fyri fyrstu ferð.
Fyrsti toppfundurin millum Biden og Putin verður í Sveis 16. juni, og verður hetta eisini fyrstu toppfundur millum Russland og USA, síðan Putin og táverandi amerikanski forsetin, Donald Trump hittust í finska høvuðsstaðnum Helsinki í 2018, skrivar Ritzau.
Hvítu Húsini hava áður upplýst, at endamálið hjá Biden er at betra um sambandið millum londini, so tað gerst meira støðugt.
Í samrøðuni við NBC samanber Putin eisini Trump og Biden.
Putin lýsir Trump sum ein serstakan og evnaríkan persón, meðan hann lýsir Biden sum ein livibreyðspolitikara, sum er nógv øðrvísi enn Trump.
– Mann kann dáma hann ella ikki. Hann kom ikki frá etableraðu skipanini hjá USA, og hann hevði ikki áður fingist við topppolitik, sigur Putin um fyrrverandi amerikanska forsetan.
Um Biden sigur hann m.a.:
– Hann er eitt øðrvísi slag av persóni, og tað er mín stóra vón, at tað fer at geva nakrar fyrimunir. Har koma ongar bráðlyndar útsøgnir frá sitandi forsetanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald