Innanlands

– Stuðulin hevur nógv at siga

Grønlendski landsstýrisformaðurin er takksamur fyri, at sjey evropeiskir leiðarar hava víst Grønlandi stuðul

Grønlandski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen (Mynd: EPA)

Grønlandski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen (Mynd: EPA)

2026-01-06 17:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag hevur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen saman við seks øðrum evropeiskum leiðarum sent út felags fráboðan, har teir gera greitt, at tað eru Grønland og Danmark, sum skulu taka avgerðir um Danmark og Grønland, og hesin stuðulin er umráðandi í slíkari støðu, har altjóða meginreglur verða bjóðaðir av.

Tað skrivar grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen á Facebook í dag.

Les eisini: Sjey evropeiskir leiðarar: Bert Danmark og Grønland taka avgerðir um Grønland

Les eisini: Trump endurtekur, at USA hevur tørv á Grønlandi

Hann skrivar, at hann er sera takksamur fyri stuðulin, og heitir hann enn einaferð á USA um at samskifta virðiligt gjøgnum teir rættu kanalirnar.

– Samskiftið skal vera við virðing fyri, at støðan hjá Grønlandi er rótfest í fólkarættinum og fyri meginregluni um sjálvræðisrætt.

– Í hesum sambandi hevur stuðulin hjá okkara evropeisku sameindu í Nato nógv at siga. Stuðulin er eitt greitt tekin um, at sjálvræðisrættur og altjóða spælireglar framvegis eru galdandi og verða virdir, skrivar hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder