Uttanlands

Sjey evropeiskir leiðarar: Bert Danmark og Grønland taka avgerðir um Grønland

Danski forsætisráðharrin og seks aðrir evropeiskir leiðarar hava í dag sent út felags fráboðan um Grønland

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

2026-01-06 15:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Grønland eigur grønlendska fólkið. Tað eru Danmark og Grønland, og bara tey, sum taka avgerðir um mál, sum snúgva seg um Danmark og Grønland.

Soleiðis stendur m.a. í felags fráboðan frá danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen og sjey øðrum evropeiskum leiðarum, sum er almannakunngjørd í dag.

Les eisini: – USA ongan rætt til londini í ríkisfelagsskapinum

Fráboðanin kemur í kjalarvørrinum á útsagnum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum um vikuskiftið endurtók ynskið um at yvirtaka Grønland. Hetta var dagin eftir, at USA hevði lopið á suðuramerikanska landið Venesuela og tikið forsetahjúnini í landinum til fanga. Tey eru nú í USA, har tey verða rættarsøkt.

Umframt danski forsætisráðharrin, standa franski forsetin, Emmanuel Macron, týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni, forsætisráðharrin í Póllandi, Donald Tusk, spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez, og bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer sum avsendarar.

Les eisini: Uttanríkispolitiska nevndin hjá Fólkatinginum fund í dag

– Trygdin í Arktis hevur framvegis hægstu raðfesting hjá Evropa og er altavgerandi fyri altjóða og transatlantiska trygd, stendur m.a. í felags fráboðanini.

Evropeisku leiðararnir vísa á, at teir, eins og nógv onnu sameind, hava økt um virksemið og íløgurnar í Arktis fyri at tryggja økið.

Les eisini: - Danmark kann ikki støðga eini amerikanskari herseting

– Danska kongaríkið - harav Grønland - er partur av Nato. Trygdin í Arktis má tí tryggjast í felag, saman við Nato-sameindum, harímillum USA, við útgangsstøði í sáttmálanum hjá ST, harímillum sjálvræði, landøkisrætt og fullkomulig virðing av landamørkum. Hetta eru alheimsmeginreglur, og vit vilja ikki steðga við at verja tær.

Fráboðanin frá teimum sjey evropeisku leiðarunum kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder