Mótmælið í franska høvuðsstaðnum er vorðið ein ógvusligur bardagi.
Í minsta lagi 80 fólk eru særd, og yvir 200 fólk eru handtikin, og sløkkiliðsfólk vóru eisini boðsend, tá eldur kom í ein bygning.
Fleiri staðni hava mótmælisfólk kastað steinar móti løgregluni, sum svaraði aftur við táragassi.
"Tað hevur verið kríggj í gøtuni hjá okkum í allan dag. Tað er rættiliga ógvisligt," sigur eitt vitni fyri DR.
"Bilar eru koppaðir og brendir, og brúgvasteinar eru skræddir upp, og táragass hevur verið í luftini".
Sambært tølunum hjá franska innlendismálráðnum, hava 75.000 fólk verið og mótmælt um alt landið í dag.
Mótmælið byrjaði, eftir at tað var kunngjørt, at franski forsetin, Emmanuel Macron fer at hækka prísin á brennievni frá 1. januar næsta ár.
Emmanuel Macron segði fyrr í vikuni, at hann hevur hoyrt mótmælisfólkini, men at hann ikki ætlar at strika ætlaðu príshækkingina.
Les eisini: Ógvusligur samanbrestur í París
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald