Innanlands

- Tað er ikki okay, at vit blivu flutt í ein ólidnan, ófyrireikaðan og ótryggan skúla

Soleiðis sigur næmingaráðið á Glasi í skrivi

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-01 17:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Næmingaráðið á Glasi heldur ikki, at tað er í lagi, at næmingar vórðu fluttir inn í skúladepilin í Marknagili í august í ár, tá umstøðurnar ikki eru nøktandi.

"Vit næmingar síggja hvat hendur og hvussu umstøðurnar eru á skúlanum og kunnu staðfesta, at har eru ting, ið als ikki eru í lagi. Tað er ikki okay, at umstøðurnar eru sum tær eru. Tað skal ikki vera so, at vegna vánaligar karmar og umstøður, at eins egna luttøka verður tarnað ella at umstøðurnar neiliga kunnu ávirka okkara skúlagongd og undirvísing og tískil forða framtíðar útbúgvingarmøguleikar," skrivar næmingaráðið á Facebook.

Næmingaráðið á Glasi vónar, at landsins myndugleikar fara at gera okkurt við trupulleikan sum skjótast, og ynskja tey í næmingaráðnum at gera sítt ískoyti fyri at skapa trivnað sum best.

Les eisini: Glasir: Listi datt 7 metrar niður úr loftinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder