
Mike Waltz, trygdarráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Donald trump tekur ábyrgdina fyri, at ein journalistur av misgáum varð innlimaður í ein kjakbólk á boðtænastuni Signal, har amerikanskar álopsætlanir fyri Jemen vórðu umrøddar.
– Eg átaki mær fullu ábyrgdina. Eg gjørdi bólkin. Tað er pínligt, sigur hann við Fox News og leggur afturat, at hendingin verður kannað.
Journalisturin, Jeffrey Goldberg bar mánadagin søguna í blaðnum The Atlantic.
Les eisini: Amerikanska verjuleiðslan deildi álopsætlan við blaðstjóra
Í kjakbólkinum vóru nágreiniligar upplýsingar frá amerikanska verjumálaráðharranum, Pete Hegseth um mál, tíðspunkt og vápn.
Umsitingin hjá Trump hevur verið fyri atfinningum, síðan hetta kom fram, og fleiri hava heitt á Waltz og Hegseth um at leggja frá sær, men sambært amerikanska forsetanum, leggur eingin í søguna.
Trump sigur, sambært Ritzau, at hann vil kanna nýtsluna av Signal-appini, sum sambært honum verður nýtt av nógvum fólkum í umsiting hansara, men at eingir loyniligir upplýsingar vóru í kjakbólkinum.
Waltz sigur, at hann og Goldberg kennast ikki, og hevur hann hvørki hitt ella samskift við hann. Hann sigur, at hann av misgáum kann hava goymt nummarið hjá Goldberg undir einum øðrum navni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald