Uttanlands

Amerikanska verjuleiðslan deildi álopsætlan við blaðstjóra

Jeffrey Goldberg var av misgáum innlimaður í ein kjattbólk, sum fyrireikaði amerikanska álopið á Houthi-rørsluna í Jemen herfyri

Pete Hegseth, verjumálaráðharri (Mynd: EPA)

Pete Hegseth, verjumálaráðharri (Mynd: EPA)

2025-03-25 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska verjuleiðslan hevur av misgáum avdúka sínar ætlanir um amerikansk álop á Jemen fyri blaðstjóranum á amerikanska blaðnum, Atlantic.

Blaðstjórin, Jeffrey Goldberg, skrivar í grein í blaðnum, at trygdarráðgevin í Hvítu Húsunum, Mike Waltz, sestti seg í samband við hann gjøgnum bronglaðu boðtænastuna, Signal. Tveir dagar seinni var Goldberg innlimaður í eitt kjatt, har álopini móti houthi’unum vórðu viðgjørd.

Í kjattinum vóru nágreiniligir upplýsingar um málið fyri álopinum, tíðspunkt og hvørji vápn skuldu brúkast.

Upplýsingarnar um komandi álopini í Jemen komu frá Pete Hegseth, verjumálaráðharra, fáar tímar undan álopunum.

18 brúkarar vóru við í kjattinum, teirra millum Marco Rubio, uttanríkisráðharri, Scott Bessent, fíggjarmálaráðharri og JD Vance, varaforseti.

Í kjakinum undan álopunum, skal Signalbrúkarin “JD Vance” hava sagt, at hann helt álopsætlanina vera eitt mistak.

Les: Trump hóttir Houthi-rørsluna og Iran

Eftir álopini ynsktu limirnir í bólkinum Hegseth til lukku fyri eitt gott arbeiði, og sendu emoji’s sínámillum.

Signal skal ikki brúkast til slíkt

Brian Hughes, talsmaður fyri amerikanska trygdarráðið, hevur síðan váttað fyri Atlantic, at kjatttráðurin virkar ektaður.

Hvítu Húsini váttaðu eisini í gjár, at Goldberg hevur verið partur av kjattinum, sum snúði seg um álopið.

Sambært Atlantic er einki óvanligt í, at tænastufólk innan tjóðartrygd brúka Signal til eitt nú at avtala fundir, men loynilig kjak um veruligar ætlanir, eiga í prinsippinum ikki at fara fram á hesum stað.

Amerikanska stjórnin hevur ikki góðtikið, at Signal kann brúkast til at deila trygdarupplýsingar. Til tess hevur umsitingin sínar egnu kanalir.

Tá Mike Waltz, trygdarráðgevi, loyvdi einum uttanfyristandandi upp í kjattbólkin, breyt hann helst fleiri reglur um hvussu upplýsingar um tjóðartrygd eiga at handfarast.

Yvir 50 fólk doyðu undir álopunum á Jemen, sambært heilsumyndugleikunum hjá Huthi-rørsluni, skrivar finska kringvarpið Yle, við The Atlantic og STT sum keldum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder