Umframt seks deyð hava eisini 16 fólk fingið skaða í tokinum, sum varð rakt av lutum frá einum øðrum toki á Stórabelti í morgun.
Ein teirra, sum upplivdi hendingina var Heidi Langberg Zumbusch, sum júst var komin upp í tokið í Nyborg, tá vanlukkan hendi.
Danmarks Radio hevur tosað við hana, og hon greiðir frá, at tað ljóðaði eitt buldur og so smildraðust vindeyguni. Ferðafólkini slongdust niður í dúrkið áðrenn tokið støðgaði heilt upp. Hon sá ikki, hvat orsøkin var til hendingina, bara at onnur síðan á tokinum skrædnaði.
- Vit vóru heppin. Tey, ið sótu í vogninum frammanfyri, vóru ikki so heppin, sigur Heidi Langberg Zumbuch, sum ikki fekk nakran skaða, men er skelkað av hendingini.
Ferðafólkini vórðu øll savnað í aftasta vogninum og síðan flutt á eina hjálparmiðstøð, sum varð skipað í Nyborg.
Orsøkin til vanlukkuna var, at takið feyk av einum farmatoki lastað við øli og fleyg inn í ferðafólkatokið.
Bryggjaríið Carlsberg hevur váttað fyri TV2, at tað vóru togvognar við góðsi frá Carlsberg, ið vóru orsøk til vanlukkuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald