- Vit hava her eina gylta hønu, sum verpur gullegg so tað forslær, um farið verður rætt fram. Tað ræður um at fáa sama gullvirði burturúr, sum russar fáa burtur úr rognunum – kaviarinum – hjá styrjuni.
Nakað soleiðis tók Jóan Pauli Joensen professari í fólkalívsfrøði til í einum uppslagi á Facebook nú ein dagin. Tað hann tosar um, er toskurin av Føroyabanka.
Nú Magnus Heinason hevur royndartrolað á bankanum, hevði Jóan Pauli og mong onnur við honum høvi til enn einaferð at royna og fáa prógvað, at bankatoskurin er nakað heilt serligt, tá hann verður handfarin av dugnaligum kokkum.
Ein av hesum dugnaligu kokkum er kollfirðingurin Kári Kristiansen, sum, eftir at hava stákast í køkinum á Ræst, nú er fluttur yvir um túnið, úr Nýggjustovu í Baiansstovu, har hann nú komponerar imponerandi fiskamáltíðir í lítla køkinum uppi á Kamarinum.
Um vikuskiftið bjóðaði Kári og hjálparar hansara til royndarsmakking av vársins fongi á Føroyabanka.
Ikki komin fyri seg enn
Og tey, ið tóku av tilboðnum fingu enn einaferð prógvað, at talan er um eina marglætisvøru, ið ikki eigur at flokkast saman við “vanligum” toski av landgrunninum, tá hesin skal seljast á gólvuppboðssølu ella á annan hátt.
Sum professarin sigur: “At tilfeingið á Føroya Banka skuldi komi at verða útflutt sum onnur bulk-vøra vildi verið bæði synd og skomm”.
Nú er ongin vandi fyri, at henda vøran verður ”bulk” í bræði, tí bankin er enn friðaður. Toskastovnurin er ikki komin fyri seg enn, er fyribils niðurstøðan frá fiskifrøðingunum á Havstovuni.
Men toskarnir, sum Magnus Heinason hóast alt fær, og flestu teirra eru vælvaksnir, fara tíbetur ikki til spillis. Hesaferð var tað Barbara, sum bjóðaði serligt bankatoskatiltak um vikuskifti.
Grillað og dampað so bit kemur í
Her fingu gestirnir tosk tilgjørdan á ymsan hátt, væl parað við víni úr Portugal og Spania, sum John Mikkelsen, vertur á matstovunum ’Heima í Havn’, hevur funnið hóskandi til teir ymsu rættirnar. Felags fyri nærum allar rættirnar var, at besti smakkurin fekst har toskurin var so lítið viðgjørdur sum møguligt. Grillaður, men bara líka so at hann fekk bit, og sama var galdandi fyri høvuðsrættin, sum var dampaður toskanakki tilgjørdur við føroyskum grønmeti og kræklingum. Ein framúr rættur har sermerkta dygdin á fiskinum kom til sín rætt.
Tað er ikki bara toskur, sum fæst á bankanum, og tað er heldur ikki bara toskurin, ið hevur serliga góðan smakk. Stórur høgguslokkur fæst eisini, og somuleiðis heldur hýsan eisini høga góðsku. Tað megnaði køkurin á Barbaru eisini at prógva hetta kvøldið.
Jóan Pauli Joensen og Johan Mortensen hava stórar vónir fyri bankatoskin (Mynd: Birgir Kruse)
Ynskir skiparar við gastronomiskum sansi
Johan Mortensen – sum á mangan hátt hevur verið nýhugsandi innan matstovuvinnuna – hevur verið ein teirra, ið hevur talað fyri, at Føroyabanki ella í hvussu so er bankatoskurin onkrsvegna eigur at vera friðaður ella vardur, so at einans tað allarbesta fæst burtur úr honum.
Eitt hugskot Johans er, at bert skiparar við gastronomiskum sansi skulu fáa loyvi at fiska á bankanum. Neyvan verður hetta uppskotið væl móttikið av øllum, men ofta virkar tað at gera nógv av fyri at fáa fólk at skilja álvaran.
Neyvan er nakað at ivast í, at ein ætlan av onkum slag fyri bankatoskin er ynskilig hjá nógvum.
Les meira um tiltakið á Barbaru og sí fleiri myndir á blogginum hjá Birgiri Kruse
Les eisini: Bankatoskur – tað besta av tí besta innan sjómat
Sí eisini: Myndir: Kokkanæmingar skera føroyabankatosk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald