Fyrrverandi forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen var danskur stjórnarleiðari í tveimum umførum, men í hesum valstríðnum hevur hann ikki bjóðað seg fram sum forsætisráðharravalevni.
Fyrrverandi Vinstra-formaðurin og núverandi formaðurin í Moderaterne fer heldur ikki eftir at gerast forsætisráðharri, sigur hann.
– So høvdu fólk hugsað, at so snúði tað seg bara um, at hann vildi vera foræstisráðharri aftur, og tað er ikki tað, sum tað snýr seg um sigur hann í samrøðu við DR2.
Sambært seinastu veljarakanningunum, fer Moderaterne at fáa avgerandi politiska ávirkan á, hvør skal stjórna Danmark komandi valskeið, og eftir Mette Frederiksen er Lars Løkke tann, sum tey flestu vilja hava sum forsætisráðharra.
Les eisini: Kanning: Løkke frammanfyri Pape og Ellemann
Tey, sum bjóða seg fram at gerast forsætisráðharri eftir valið eru núverandi forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, og Søren Pape Poulsen, formaður hjá Teimum Konservativu. Løkke hevur áður sagt, at hann vil hava eina stjórn tvørturum miðjuna, men hann hevur ikki sagt, hvørt hann fer at peika á Frederiksen, Ellemann ella Pape.
Áðrenn orðaskifti hjá DR millum forsætisráðharravalevnini sunnukvøldið, vórðu Pape og Ellemann spurdir, hvat teir hildu um Løkke sum forsætisráðharravalevni.
Pape segði, sambært Ritzau, at hann helt tað hevði verið frálíkt, um Løkke eisini var forsætisráðharravalevni, og tá Ellemann varð spurdur, hvørt hann heldur vildi hava Løkke sum stjórnarleiðara enn núverandi forsætisráðharran, svaraði hann, at hann í øllum førum ikki vildi hava Mette Frederiksen.
Lars Løkke var forsætisráðharri í tíðarskeiðnum 2009 til 2011, og 2015 til 2019. Í báðum førum umboðaði hann Vinstra, men í 2019 legði hann frá sær sum formaður, og í 2021 takkaði hann fyri seg í flokkinum. Nú stillar hann upp sum formaður fyri Moderaterne.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald