- Talan er um okkara egnu upptøkur

Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, sló í gjár fast, at upptøkurnar viðvíkjandi fundinum millum landsstýrisfólk og kinesiska sendiharran ikki vórðu fingnar til høldar ólógliga, ið landsstýrið annars vísti á í skrivi í gjár. Føroya Rættur viðger málið komandi dagarnar

Georg L. Petersen - Mynd: KVF

Georg L. Petersen - Mynd: KVF

2019-12-04 07:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánakvøldið gjørdist tað greitt í Degi & Viku, at føroyska landstýrið hevði havt við við kinesiska sendiharran í Keypannahavn, sum var í Føroyum sum umboð fyri kinesisku stjórnina 11. november. Kringvarpið hevði nakrar upptøkur viðvíkjandi innihaldinum á fundinum, men eitt fútabann gjørdi, at hetta ikki kom í ljósmála.

Les eisini: Fútabann tjúgu minuttir áðrenn dag og viku

Í gjár úttalaðu báðir partar seg. Í útvarpstíðindunum segði tíðindaleiðarin millum annað, at upptøkurnar hava almennan áhuga:

- Eg má siga sum er, at tað stríðir mínum journalistiska tilviti, at liggja inni við upplýsingum sum vit ikki sleppa at bera Føroya fólki, og sum kann hava týdning fyri allar føroyingar.

Les meira

Bárður á Steig Nielsen var ósamdur, tá hann úttalaði seg í Breddanum í gjár: 

- Tað sum Kringvarpið ætlaði at gera í gjár hevði ikki tænt Føroyum sum samfelag.

Løgmaður segði eisini, at tað hevði víst manglandi ábyrgd viðvíkjandi tí at hava uttanríkispolitiskar heimildir; at einki kann vera í trúnaði, men at tað kemur út í miðlarnir stutt eftir samskifti.

Les eisini: Løgmaður: Ivast í um rektiónirnar høvdu verið so kraftigar 

Løgmansskrivstovan gjørdi í gjár eitt skriv, har víst var á, at Kringvarpið ætlaði at nýta eina ólóliga upptøku, og tí varð fútabanni umbiðið. Norðlýsið visti í gjárkvøldið at siga, at tað var ein tendrað mikrofon, ið Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, hevði á sær til eina samrøðu um eitt heilt annað evni. Helgi Abrahamsen var tá biðin um at koma inn í einarúm, har hann av høgtstandandi fyrisitingarfólki varð kunnaður um samráðingarnar við kinesiskar myndugleikar. Soleiðis fekk Kringvarpið upplýsingarnar um fundin. 

Georg L. Petersen gjørdi í gjár greitt, at Kringvarpið ikki hevði fingið hendur á nakrari upptøku av órøttum.

 - Talan er um okkara egnu upptøku, sigur tíðindaleiðarin.

Nú er tað upp til Føroya Rætt at avgera, hvør partur hevur grein í sínum máli. Eitt slíkt fútabann skal koma fyri rættin, áðrenn ein vika er liðin, frá tí at bannið er lýst. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder