Innanlands

- Talgilda plássbókingarskipanin til dagstovnar letur upp týsdagin

Tað boðar Tórshavnar kommuna frá

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2018-09-28 08:54 Author image
Oda Strøm
placeholder

Foreldur, sum skulu hava pláss til barnið á dagstovni í Tórshavnar kommunu, kunnu framyvir brúka nýggja talgilda plássbókingarskipan, og har avgreiða øll viðurskifti sjálvi. Til ber tó eisini at venda sær persónliga til Snarskivuna og har fáa bókað pláss. Tað boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðuni.

Nýggja mannagongdin, har foreldur bóka dagstovnapláss antin talgilt ella umvegis Snarskivuna, kemur í staðin fyri gomlu bíðilistaskipanina.

Fyri borgaran er talgilda skipanin sera løtt at brúka. Foreldur rita inn á skipanina við MínLykil og bóka síðan sjálvi pláss á dagstovni. Váttan um pláss verður síðan send foreldrunum á MínBoks.

Nýggja plássbókingarskipanin letur eftir ætlan upp týsdagin 2. oktober, boðar Tórshavnar kommuna frá. 

Les meira um skipanina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder