Víst hevur verið verið á, at fleiri rúsevni eru í umferð í Føroyum í hesum døgum, og ein trupulleiki er, at tollvaldið ikki megnar at hava nøktandi eftirlit.
Tollvaldið hevur eftirlit við øllum inn- og útflutningi og øllum ferðafólki. Bæði innflutningurin og ferðafólkatalið er vaksið nógv seinastu tíðina, meðan talið av tollarum hevur verið tað sama, og tí er eftirlitið blivið verri, sigur Jens Christian Olsen, formaður fyri Tollarar í Føroyum, við Kringvarpið.
14 tollarar eru í dag, og tað talið hevur staðið í stað í nógv ár, meðan arbeiðsbyrðan bara er vaksin, og tí mælir Jens Christian Olsen til, at fleiri tollarar verða settir í starv fyri at halda eftirlitinum á einum nøktandi støði.
Til ber at hoyra innslagið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald